top of page
Halftone Image of Crowd
Screenshot 2024-06-10 at 11.20.54.png

Spyr-bussurin koyrir nú. Skalt tú við?

Spyr bjóðar nú regluligar omnibuskanningar, har tú kanst fáa tínar spurningar við. Ein omnibuskanning er ein felagskanning, har fleiri kundar kunnu fáa teirra spurningar við. Tú rindar bara fyri tínar spurningar, og er hetta bíligari enn at keypa eina heila kanning. Spyr-bussurin koyrir annanhvønn hósdag og 500 fólk svara hvørja ferð.

Manglar tú vitan, fyri at taka næstu røttu avgerðina?

Ofta halda vit okkum vita so væl, at vit gloyma at spyrja okkara kundar og brúkarar, sum ofta vita best og altíð hava rætt. Og hóast vit vilja spyrja, vita vit ofta ikki hvussu vit koma í gongd við marknaðarkanningar.

Kennir tú teg aftur í hesum?

  • Tú ert forvitin um, hvat tínir kundar og brúkarar vita og halda um tínar vørur, tænastur, marknaðarføring o.a.  

  • Tú hevur onkuntíð ætlað at gera kanningar, men gavst tí tað var ov trupult ella ov dýrt

  • Tú hevur ikki brúk fyri eini heilari spyrkanning, men bara einum ella fáum spurningum ​

So burdi tú bílagt tær pláss við Spyr-bussinum!

Screenshot 2024-06-10 at 11.20.54.png

Bussurin koyrir aftur:
Fríggjadagin 15. juni kl. 19

Tak stigið og leyp upp í bussin

Spyr-bussurin er fyri øll, sum eru forvitin um sín marknað ella brúkarar

virksemi.png
  • Matvøruhandlar

  • Klædnahandlar

  • Nethandlar

  • Fitness og vælvera

  • Frisørar

  • Ferðavinna

  • Flutningur

  • Handverkarar

  • Matstovur

  • Take away

  • Felagsskapir

  • Samkomur

  • Fakfeløg

  • Ítróttafeløg

  • Og onnur ...

Kom við bussinum fyri bara 3.000 krónur

Ein spurningur kostar 3.000 kr. og síðani 2.000 kr. fyri hvønn spurning upp í fýra spurningar.
500 fólk svara hvørji kanning.

 
Ynskir tú fleiri spurningar, fleiri respondentar og aðrar møguleikar, kanst tú keypa tína egnu kanning. Sí prísir her

Prísyvirlit

Bílegg tín spurning


Nú ert tú bara eitt stig frá at fáa svar upp á tín spurning

Bílegg kanning

Skjótt, álítandi og vælgerandi

Spyr.fo kanningar verða sendar við sms-boðum og svaraðar beinleiðis á snildfonini. Fyri hvønn luttakara letur Spyr 4 krónur til Krabbameinsfelagið.

bottom of page