top of page
Ert tú forvitin
Play Video
Spyr Føroyar

Spyr.fo er skjótasti og bíligasti vegurin til álítandi spurnarkanningar millum føroyingar. Vit hava síðani 2015 gjørt hundraðtals spurnarkanningar um alt frá veljarakanningum til løgtingsval, kommunuval og fólkatingsval til marknaðarkanningar, hugburðskanningar, miðlakanningar og mangt, mangt annað. Stutt sagt, alt sum til ber at spyrja føroyingar um.

Spyr.fo er eitt gott amboð hjá øllum sum arbeiða við eitt nú samskifti, marknaðarføring, kundatænastu, fjølmiðlum, politikki, leiðslu - og sum hava áhuga í at vita, hvat borgarin, marknaðurin, brúkarin, hyggjarin, lurtarin ella bara vanligi føroyingurin heldur, veit og meinar um eitthvørt.

TIL TÍN SUM ARBEIÐIR VIÐ

MARKNAÐARFØRING

LEIÐSLU

SAMSKIFTI

PRODUKTMENNING

ÍVERKSETAN

KUNDATÆNASTU

POLITIKKI

FJØLMIÐLUM

FELAGSSKAPUM

OG VILT VITA MEIRA UM

NØGDSEMI OG ÁLIT

VELJARAKANNINGAR

HUGBURÐ OG ÁSKOÐAN

KUNNLEIKA TIL VØRUR OG TÆNASTUR

MARKNAÐARMØGULEIKAR

MIÐLANÝTSLU

EFTIRMETING AV LÝSINGAÁTØKUM

KEYPSVANAR

INNKEYP

FYRIMUNIR

FÁ SVAR EFTIR EINUM TÍMA

Framkomna tøknin, svar á snildfonini og vælgerandi endamálið eru við til at tryggja, at kanningar kunnu avgreiðast eftir bara einum tíma.

SVARA Á SNILDFONINI

Luttakarin fær eini sms-boð við leinkju til spurnarskjalið, sum verður svarað beinleiðis á snildfonini. Hetta gevur eina góða uppliving og er dulnevnt, skjótt og lætt hjá luttakaranum.

ÁLÍTANDI OG UMBOÐANDI ÚRSLIT

Umleið 15% av føroyingum eldri enn 18 ár, eru við í svarpanelinum. Hetta gevur demografiskt umboðandi og sera álítandi svar í spurnarkanningum.

VÆLGERANDI ENDAMÁL

Fyri at tryggja høga luttøku í einstøku kanningunum og áhaldandi tilmelding og undirtøku, verður stuðul latin Krabbameinsfelagnum hvørja ferð ein kanning verður gjørd.

bottom of page