top of page
UM SPYR.FO

Spyr.fo er ein framkomin talgild spurnartænasta, sum ger skjótar og álítandi spurnarkanningar, ið verða svaraðar beinleiðis á snildfonini hjá fólki, ið eru tilmeldað  svarpanelið hjá Spyr.fo

Spyr.fo varð stovnað í 2015 og er ætlað sum eitt kanningaramboð hjá øllum, sum arbeiða við eitt nú samskifti, marknaðarføring, virkismenning, sølu, tænastu, leiðslu og strategiskari planlegging.

​

Spyr.fo hevur frá byrjan samstarvað við Krabbameinsfelagið og latið stuðul fyri hvønn luttakara í spurnarkanningunum. Samstundis sum hetta stuðlar týdningarmikla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum er tað við til at tryggja áhaldandi tilmelding til svarpanelið og eitt høgt svarprosent í spurnarkanningum.

 

Spyr.fo byggir á tøkniliga platformin hjá donsku fyritøkuni Opeepl, sum ger heimsumfatandi spurnarkanningar.  

DSC00753_edited
DSC00749
DSC00741_edited
Modern Work Space
DSC00729 2
Getting Coffee
Um spyr.fo: About Us

FRÁ SPURNINGI TIL ÚRSLIT EFTIR EINUM TÍMA

Um spyr.fo: List
6.png

UPPSETING

Kanningin verður sett upp í skipanini við møguleika fyri framkomnum routingum, filtrering, kriterium o.s.fr. 

​

Møguleiki fyri eitt nú opnum spurninum, multiple og single choice, myndum, video o.a.

​

Test og góðkenning

5.png

INNSAVNAN

Kanningin verður send út við sms-boðum til tilvildarliga útvald fólk í svarpanelinum.

​

Skipanin syrgir sjálvvirkandi fyri at allir bólkar eru rætt umboðaðir í mun til kyn, aldur og bústað.

​

​Tá umbidnu svarini eru komin inn, letur skipanin aftur og úrslitið er klárt.

4.png

RAPPORTERING

Úrslitini verða sjálvvirkandi sett upp í talvur og samanberingar gjørdar í mun til eitt nú kyn, aldur og bústað.

​

​Úrslitini verða leverað sum snøggar talvur og datasett í excel til víðari viðgerð.

Um spyr.fo: About Us
Image by Antoine Dautry

EFTIRFARANDI ÚRSLIT

Framkomna skipanin tryggjar sjálvvirkandi, at svarini eru umboðandi og at eingin bólkur er yvir- ella undirumboðaður í úrslitunum. 

​

Eins og í øllum spurnarkanningum er ein statistisk óvissa, sum vanliga liggur millum 1 og 4 prosentstig. Óvissan veldst, sum í øllum øðrum kanningum, um støddina á svarbólkunum.

​

Svarluttøkan í Spyr.fo kanningum er høg, samanborin við líknandi kanningar aðrastaðni, og liggur vanliga um 40%.

Spyr.fo_Logo_new Strapline_wht.png
  • LinkedIn
  • Facebook

Savna spf. | Jónas Broncks gøta 48 | FO-100 Tórshavn | Føroyar

spyr@spyr.fo+298 517950 | V-tal 618438

Privatpolitikkur

Í samstarvi við

opeepl logo.png
bottom of page