

Fá svarið tú leitar eftir um tína fyritøku
beinleiðis frá tínum kundum og brúkarum = tínum allarbestu ráðgevum
Manglar tú vitan, fyri at taka næstu røttu avgerðina?
Um tú ert sum flestu kundar, vit tosa við, er svarið ja. Ofta halda vit okkum vita og gloyma at spyrja okkara kundar og brúkarar, sum ofta vita best og altíð hava rætt. Og hóast vit vilja spyrja, vita vit ofta ikki hvussu vit koma í gongd við marknaðarkanningar.
Kennir tú teg aftur í hesum?
-
Tú kundi hugsað tær at vita meira um, hvat tínir kundar og brúkarar vita og halda um tínar vørur, tænastur, marknaðarføring o.a.
-
Tú kundi hugsað tær ítøkilig boð upp á, hvat tú kanst gera fyri fáa fleiri ella nøgdari kundar, økja søluna og menna nýggjar tænastur
-
Tú ivast í, um tað er prísurin, tænastan, úrvalið ella okkurt heilt annað, sum er orsøkin til vantandi nøgdsemi, undirtøku ella sølu
-
Tað er langt síðani tú seinast spurdi kundarnar og brúkararnar beinleiðis
-
Tú hevur onkuntíð ætlað tær undir eina marknaðarkanning, men ert givin, tí tað kendist ov trupult ella ov dýrt
-
Tú hevur ringar royndir av tungum og dýrum kanningum og torskildum rapportum
So kundi tú fingið góða hjálp við eini av okkara skjótu kanningum …
Fyri teg sum vilt vita meira
um tínar kundar ella brúkarar

-
Matvøruhandlar
-
Klædnahandlar
-
Nethandlar
-
Fitness og vælvera
-
Frisørar
-
Ferðavinna
-
Flutningur
-
Handverkarar
-
Matstovur
-
Take away
-
Felagsskapir
-
Samkomur
-
Fakfeløg
-
Ítróttafeløg
-
Og onnur ...
Spyr.fo er ein framkomin máti at gera skjótar og álítandi spurnarkanningar beinleiðis á snildfonini hjá føroyingum
Uppseting

Spurningar verða settir upp í skipanini og klárt er at senda
Innsavnan

Kanningin verður send við sms-boðum til tilvildarlig fólk í svarpanelinum
Rapportering

Úrslitini verða víst sum snøggar talvur við viðkomandi samanberingum
Við spyr.fo fært tú

Einfaldar og skjótt avgreiddar kanningar
Greið úrslit uttan langar og torskildar rapportir
Ítøkilig ráð um, hvat tú kanst gera út frá úrslitunum
Vilt tú vita meira um Spyr.fo?
Vit hava síðani 2015 gjørt fleiri enn 300 kanningar fyri eina rúgvu av privatum og almennum kundum
























