Noyðist eg at hava eina smarthpone fyri at luttaka?

Ja fyri at kunna svara mást tú hava eina fartelefon við interneti (smarthone). Til ber ikki at svara við øðrum fartelefonum.

Skal eg sjálvur rinda stuðulin?

Nei stuðulin verður goldin av tí, sum keypir kanningina. Hvørja ferð tú velur at svara kanningum, sum tú fært sendandi við sms-boðum, verða 4 kr latnar Krabbameinsfelagnum. Tú kanst sostatt saktans skráseta teg við tíni arbeiðstelefon uttan at óttast nøkur eykagjøld. 

Hvat verða mínir upplýsingar brúktir til?

Tínar upplýsingar verða bert brúktar í sambandi við kanningar hjá spyr.fo og verða ikki latnar nøkrum, hvørki kundanum, ið keypir kanningina ella øðrum. Tá tú skrásetir teg, spyrja vit um fartelefonnumar, sum vit einans brúka til at senda út sms-boð við innbjóðingum til kanningarnar. Harumframt spyrja vit um postnummar, kyn og føðingardag, fyri at kunna býta føroyingar í bólkar eftir øki, kyni og aldri. 

Hvussu kann eg melda frá?

Tú kanst altíð melda frá, um tú ikki ynskir at luttaka í fleiri spurnarkanningum. Ein frámeldingarleinkja er í sms-boðunum tú fært sendandi við spurnarkanningum.

Kann eg lata vera við at svara?

Ja, tað er púra sjálvboðið at svara kanningunum, tú fært sendandi. Um tú ikki hevur hug at svara, ella tað ikki liggur fyri at svara innan ásettu tíðina, kanst tú bara ignorera sms-boðini. Um tú ikki svarar innan ásettu tíðina, verða sms-boðini send øðrum móttakara.

Kann eg luttaka, um eg búgvi uttanlands?

Nei, Spyr.fo ger bert kanningar millum fólk, sum búgva í Føroyum og hava føroyskt telefonnummar.