SPYR.FO
Spyr.fo er ein framkomin spurnartænasta, sum ger skjótar og álítandi spurnarkanningar millum føroyingar. Kanningarnar verða svaraðar við spurnarskjali á snildfonini hjá fólki, ið frammanundan eru tilmeldað eitt svarpanel, sum higartil telur umleið 6000 føroyingar eldri 18 ár.
Spyr.fo varð stovnað í 2015 og er fyrst og fremst ætlað sum eitt kanningaramboð hjá øllum, sum arbeiða við samskifti, marknaðarføring, virkismenning, sølu, tænastu, leiðslu og strategiskari planlegging.
Spyr.fo hevur frá byrjan samstarvað við Krabbameinsfelagið við at lata 4 kr. í stuðli fyri hvønn luttakara í spurnarkanningunum. Samstundis sum hetta stuðlar týdningarmikla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum er tað við til at tryggja áhaldandi tilmelding til svarpanelið og eitt høgt svarprosent í spurnarkanningum.
Spyr.fo byggir á tøkniliga platformin hjá donsku fyritøkuni Opeepl, sum ger heimsumfatandi spurnarkanningar.
![]() | ![]() | ![]() |
---|---|---|
![]() | ![]() | ![]() |
SOLEIÐIS RIGGAR SPYR.FO
Frá spurningi til liðugt úrslit eftir einum tíma
HVAT VILT TÚ KANNA?
Ráðgeving og vegleiðing um innihald og orðing av spurningum og svarmøguleikum í mun endmál við kanningini, kanningarhátt o.t.
UPPSETING
Kanningin verður sett upp í skipanini við møguleika fyri framkomnum routingum, filtrering, kriterium o.s.fr.
Møguleiki fyri øllum sløgum av spurningum, eitt nú opnir spurningar, multiple og single choice, myndaspurningar o.a.
Test og góðkenning
INNSAVNAN
Kanningin verður send út við sms-boðum til tilvildarliga útvald fólk í svarpanelinum.
Skipanin syrgir sjálvvirkandi fyri at allir bólkar eru rætt umboðaðir í svarpuljuni í mun til kyn, aldur og bústað.
Tá umbidnu svarini (oftast 500) eru komin inn, letur skipanin aftur og úrslitið er klárt.
EINFØLD OG GREIÐ RAPPORT
Úrslitini verða sjálvvirkandi sett upp í talvur og samanberingar verða gjørdar í mun til eitt nú kyn, aldur og bústað.
Úrslitini verða leverað sum talvur og datasett í excel til víðari viðgerð.
EFTIRFARANDI ÚRSLIT
Framkomna skipanin tryggjar sjálvvirkandi, at svarini eru umboðandi og at eingin bólkur er yvir- ella undirumboðaður í úrslitunum.
Eins og í øllum spurnarkanningum er ein statistisk óvissa, sum vanliga liggur millum 1 og 4 prosentstig. Óvissan veldst, sum í øllum øðrum kanningum, um støddina á svarbólkunum.
Svarluttøkan í Spyr.fo kanningum er høg, samanborin við líknandi kanningar aðrastaðni, og liggur vanliga um 30%. Tað merkir, at umleið tríggjar ferðir so nógv sms-boð verða send út, sum talið av svarum í kanningini.