Sjálvvirkandi vekting av tølum tryggjar umboðandi úrslit hvørja ferð

Skipanin tryggjar sjálvvirkandi, at svarini eru umboðandi og at eingin bólkur er yvir- ella undirumboðaður í úrslitunum. Spyr.fo hevur umleið 5000 fólk í svarpanelinum og tey spurdu verða tilvildarliga vald út millum hesi, so býtið samsvarar við fólkið í mun til kyn, aldur og geografi.

Óvissan í kanningunum liggur vanliga millum 1 og 4 prosentstig og veldst sum í øllum øðrum kanningum um støddina á svarbólkunum.

14% av føroyingum eldri enn 18 ár eru við í svarpanelinum

Við meiri enn 5000 fólkum í svarpanelinum er Spyr.fo uttan iva lutfalsliga millum heimsins størstu svarpanel. Svarluttøkan er somuleiðis høg, samanborin við líknandi kanningar aðrastaðni, og liggur vanliga um 30%. Tað merkir, at umleið 3 ferðir so nógv sms-boð verða send út, sum talið av svarum í kanningini. Sostatt er tað sera skjótt at gera kanningar við Spyr.fo - vanliga bara umleið ein tími frá tí kanningin verður send út, til kanningin er liðug.

Sjálvboðin og uppfordrað luttøka í svarpanelinum
tryggjar tilvildarligt úrval

Fyri at tryggja eitt so breitt og tilvildarligt úrval af fólki, sum til ber, er rekrutteringin til svarpanelið bæði sjálvboðin og uppfordrað. Tað merkir, at umframt at fólk sjálvi melda til svarpanelið verða fólk eisini spurd um at melda seg til. Sostatt tryggja vit, at allir bólkar verða umboðaðir í svarpanelinum, bæði tey sjálvbodnu og tey uppfordraðu.