Ofta settir spurningar

ERU KANNINGARNAR NEYVAR OG UMBOÐANDI?


Við 6000 føroyingum eldri enn 18 ár í svarpanelinum er Spyr.fo helst lutfalsliga heimsins størsta panel í mun til fólkatal. Skipanin virkar soleiðis, at hon tryggjar sjálvvirkandi, at allir svarbólkar eru neyvt umboðaðir í úrslitinum í mun til kyn, aldur og bústað. Nevnast kann at Spyr.fo gjørdi fleiri kanningar í sambandi við seinasta løgtingsval og kommunuval, sum vístu seg at raka sera neyvt í mun til endaliga valúrslitið. Les meira her >




HVUSSU NÓGV FÓLK KANN EG SPYRJA?


Spyr.fo kann í løtuni veita upp í 500 svar í hesum svarbólkum: - Allar Føroyar - Tórshavnar kommuna - Restin av landinum (undantikið Tórshavnar kommuna) - Kvinnur - Menn Eisini ber til at spyrja neyvt útvaldar aldursbólkar. Spyr okkum fyri at hoyra meira um møguleikarnar.




HVUSSU NÓGV SVAR FÁI EG?


Um tú bíleggur eina kanning við t.d. 500 luttakaranum fært tú 500 svar. Skipanin tryggjar sjálvvirkandi, at kanningin koyrir, til øll 500 svar eru komin inn við røttu samanseting av kyn, aldri og bústaði




HVAT ER ENDAMÁLIÐ VIÐ STUÐLINUM TIL KRABBAMEINSFELAGIÐ?


Spyr.fo hevur frá byrjan samstarvað við Krabbameinsfelagið við at lata 4 kr. í stuðli fyri hvønn luttakara í spurnarkanningunum. Samstundis sum hetta stuðlar týdningarmikla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum er tað við til at tryggja áhaldandi tilmelding til svarpanelið og eitt høgt svarprosent í spurnarkanningum.




HVUSSU SKJÓTT ER AT GERA EINA KANNING?


Spyr.fo er skjótasti háttur at gera álítandi kanningar millum føroyingar. Sjálv kanningin, frá útsending til liðugt úrstlit, tekur bara ein tíma (ofta minni). Orsøkin til, at tað ber til at avgreiða kanningar so skjótt:

  • Snildfonin er mestsum altíð hjá okkum
  • Sms-boð hava hægstu raðfesting millum allar notifikatiónir á snildfonini
  • Tað er skjótt, lætt og dulnevnt at svara
  • Kanningarnar eru stuttar og greiðar og taka sjáldan meiri enn 2 minuttir at svara
  • Evnini, ið spurt verður um, eru ofta viðkomandi og áhugaverd
Sostatt kanst tú í eini knappari vending fáa svar upp á eitt nú dagsaktuellar spurningar ella okkurt spontant, sum stingur seg upp.




HVAT KOSTAR EIN KANNING?


Kostnaður fyri eina einstaka kanning við 500 svarum er 11.200 kr u/mvg. Keypir tú fleiri kanningar, er nógv at spara. Sí prísir her >




HVUSSU KOMI EG Í GONGD VIÐ EINA KANNING?


Um tú hevur okkurt evni tú vilt kanna, ella hevur ítøkiligar spurningar klárar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit hjálpa til við at formulera spurningar og svarmøguleikar soleiðis at tú sum best røkkur endamálinum við kanningini. Tú nýtist hvørki at hava alla kanningina klára ella spurningarnar liðugt orðaðar. Ring 51 79 50 ella send ein teldupost til allan@spyr.fo




ERU ALLIR FØROYINGAR UMBOÐAÐIR Í SPYR.FO?


Svarpanelið hjá Spyr.fo hevur umleið 6.000 føroyingar eldri enn 18 ár, sum hava skrásett seg við føðingardegi, kyni og postnummari. Tá ein kanning verður gjørd, tryggjar skipanin sjálvvirkandi, at eingin bólkur er yvir- ella undirumboðaður í mun til fólkasamansetingina í Føroyum. Úrslitini eru sostatt altíð umboðandi í mun til kyn, aldur og geografiskt øki sambært hesum býti: Kyn:

  • Menn
  • Kvinnur
Aldursbólkar:
  • 18 - 24 ár
  • 25 - 44 ár
  • 45 - 59 ár
  • 60 ár og eldri
Geografisk øki:
  • Sandoy og Suðuroy
  • Tórshavnar kommuna
  • Norðurstreymoy og Vágar
  • Eysturoy
  • Norðoyggjar





 

Telefon: 517950

Jónas Broncks gøta 48

FO-100 Tórshavn

  • Facebook

©2021 Spyr.fo