Spyr Føroyar #3

Vistfrøðiligar orsøkir

Føroyingar keypa alsamt meiri vistfrøðiligar vørur, serliga síðani prísurin á vistfrøðiligum vørum lækkaði 1. januar. Men hvør er orsøkin til at føroyingar keypa vistfrøðiligt? Tað hevur spyr.fo spurt 300 føroyingar kring alt landið.

Hvør er høvuðsorsøkin til at tú keypir vistfrøðiligar vørur?

 

Aldursbýti

Kynsbýti

Geografiskt býti

 

Niðurstøður:

  • 26% av teimum spurdu keypa vistfrøðiligar vørur fyri at sleppa undan eiturevnum og sproytueitri.
  • 17% av teimum spurdu gera tað tí smakkurin og góðskan eru betri
  • 47% av føroyingum keypa als ikki vistrføðiligar vørur.
  • Tey ungu keypa minni vistfrøðiligt, men leggja annars størstan dentin á at verja umhvørvið
  • Aldursbólkurin 45+ leggur greitt størstan dentin á at sleppa undan eiturevnum
  • Kvinnur keypa í størri mun enn menn vistføðiligar vørur
  • Fólk í Tórshavnar Kommunu keypa munandi meiri vistfrøðiligt enn restin av landinum

Spurningur:  Hvør er tín orsøk til at keypa vistfrøðiligar vørur?

Allan Dalsgarð

Savna, Jónas Broncksgøta 48, Tórshavn