Spyr Føroyar #1

Skulu vit taka ímóti flóttafólki í Føroyum?

Spyr.fo hevur spurt 300 føroyingar, um vit skulu taka ímóti flóttafólki í Føroyum og um vit sum einstaklingar eru sinnað at hjálpa flóttafólki eins og nógv verður tosað um í grannalondunum.

Niðurstøður: 

  • Menninir eru meiri sinnaðir (58%) at Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki enn kvinnurnar (44,5%)
  • Millum teirra sum ynskja at Føroyar taka ímóti flóttafólki eru kvinnurnar hinvegin meiri sinnaðar (84,1%) at hjálpa flóttafólki við innivist, mati o.ø. enn menninir (65,5%).
  • Mótstøðan ímóti at taka ímóti flóttafólki er størst í Sandoy, Suðuroy og Eysturoy, meðan undirtøkan er størst í Tórshavnar Kommunu (60,5%)
  • Í tilsvarandi kanning, ið varð gjørd í mars 2015 varð mótstøðan ímóti flóttafólki (58%) væl størri enn hon er í dag (50%). 

Hvat heldur tú? Skulu vit taka ímóti flóttafólki í Føroyum og ert tú sinnað(ur) at hjálpa teimum við innivist, mati ella øðrum?

Gott vikuskifti!

Allan Dalsgarð

Savna, Jónas Broncksgøta 48, Tórshavn