Spyr Føroyar #4

Spyr um hjúnabandslógina

Nú uppskot um broyting av hjúnabandslógini er latið Løgtinginum, hevur spyr.fo spurt føroyingar, hvat teir halda um spurningin. 

  • 60% av teimum spurdu eru fyri eini broyting, sum loyvir samkyndum at ganga í hjúnalag
  • Undirtøkan er størst millum tey ungu og í Tórshavnar kommunu.
  • 60% av teimum, ið eru fyri, ynskja at avgerðin verður tikin í Løgtinginum, meðan 91% av teimum, ið eru eru ímóti, ynskja at spurningurin verður sendur til fólkaatkvøðu

Hvat heldur tú? Tekur tú undir við eini broyting av hjúnabandslógini? Og skal avgerðin takast í Løgtinginum ella í atkvøðuboksini?

Gott vikuskifti!

Allan Dalsgarð

Savna, Jónas Broncksgøta 48, Tórshavn