Um samstarvið

Hvørja ferð ein fyritøka, stovnur, felagsskapur ella onnur gera eina spurnarkanning, verður ein upphædd latin einum vælgerandi endamáli. Tað fer fram á tann hátt, at 4 krónur verða latnar í stuðli fyri hvønn luttakara og verða t.d. 400 fólk spurd í eini kanning, er stuðulin 1.600 kr. - og jú fleiri kanningar verða gjørdar, tess størri verður stuðulin. Stuðulin verður goldin av tí, ið ger kanningina, og er tað tí púra ókeypis at svara spurnarkanningunum.

Spyr.fo hevur valt at lata Krabbameinsfelagnum stuðul til fyribyrging og upplýsing um prostata- og bróstkrabba.

“Í Krabbameinsfelagnum eru vit sera fegin um samstarvið við Spyr.fo og eisini um henda øðrvísi háttin at útvega stuðul til eitt gott endamál. Orsøkin til at vit hava valt júst prostata- og bróstkrabba er, at hetta eru størstu sjúklingbólkarnir hjá kvinnum og monnum. Eydnast samstarvið við Spyr.fo væl, er møguligt at vit víðka samstarvið til eisini at fevna um onnur sløg av krabbameini” sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.