Skráset ein tú kennir

 
 
Fill out my online form.
 

 

Tín meining telur

At vera við í spurnarkanningum hjá Spyr.fo er ein máti at siga tína hugsan um ymisk viðurskifti. Spurnarkanningar fortelja okkum nakað um samfelagið, forbrúkaran, veljaran og okkum sjálvi. Kanningarnar hjá Spyr.fo eru sum oftast um viðkomandi mál, sum eru upp í tíðini og frammi í fjølmiðlunum. Tað kann eitt nú vera í sambandi við val, kommunur, tænastur til borgaran, útbýggingar, heilsu, sjúkrahúsverk og mangt annað. 

Allar meiningar telja og allir føroyingar hava møguleikan at luttaka. Við at melda teg til svarpanelið hjá spyr.fo, tryggjar tú tær møguleikan fyri at tín meining telur við í úrslitunum.


 Tú fært av og á sms-boð við leinkju til spurnarkanngar.

Tú fært av og á sms-boð við leinkju til spurnarkanngar.

Soleiðis riggar tað

Eftir at tú hevur meldað teg til svarpanelið, fært tú av og á eini sms-boð við eini leinkju til eina spurnarkanning. Kanningin verður svarað beinleiðis í internetkaganum á fartelefonini og tekur bert 1-2 minuttir at svara. Afturfyri títt svar letur tann, ið ger kanningina, 4 kr til Krabbameinsfelagið. Tað er bæði lætt, stuttligt, ókeypis og vælgerandi!

Um tú ikki ynskir at vera við longur, kanst tú altíð melda frá við leinkjuni, sum er í sms-boðunum tú fært sendandi.

Tað er óbindandi at luttaka og tú kanst lata vera við at svara, um tú ikki hevur møguleika ella stundir beint tá. 

Ofta settir spurningar.