Tak betri avgerðir við feskastu vitanini um brúkaran

Spyr.fo er ein skjótur og bíligur háttur at gera álítandi marknaðar- og brúkarakanningar millum føroyingar. Kanningarnar verða svaraðar beinleiðis á fartelefonini og úrslitið liggur klárt í tínum innbakka eftir bert einum tíma

Spyr.fo er eitt sjálvsagt amboð hjá tær, ið ynskir at eftirmeta tíni marknaðarátøk, at kanna marknaðin í sambandi við menning av vørum og tænastum, at kanna brúkaravanar, kunnleika til vørur og tænastur og mangt annað, ið kann hjálpa tær at taka betri avgerðir.

Spyr.fo verður brúkt av eini røð av fyritøkum, felagsskapum, stovnum, fjølmiðlum og øðrum.

“Vit fingu sera brúkbara vitan til okkara arbeiði við umdømi og virkismentan
— Súsanna McBirnie, Landsverk
“Vit hava fingið hjálp at eftirmeta átøk uppá ein skjótan og einfaldan hátt
— Magni Mohr, Fólkaheilsuráðið
“Kanning í sambandi við “Matoyðsl”. Gekk sera skjótt at fáa svar. Og úrslitini vóru greið
— Ejler Johannesen, marknaðarleiðari hjá Poul Hansen
“Spyr.fo hjálpir okkum at fáa skjót innlit í, hvat føroyingar halda um vørur, tænastur og samfelagsviðurskifti
— Búgvi Dalsgarð, Sendistovan

Álítandi og umboðandi kanningar

Kanningarnar verða svaraðar av einum svarpaneli við fólki, ið hava skrásett seg at luttaka í spurnarkanningum. Higartil eru fleiri enn 4500 føroyingar við í panelinum, ið er demografiskt umboðandi fólkasamansetingina í Føroyum í mun til kyn, aldur og øki. Framkomna skipanin tryggjar sjálvvirkandi at øll úrslitini eru hagfrøðisliga umboðandi allar føroyingar. Óvissan við 400 respondentum og 95% konfidensinterval er ± 1% til ± 5%

Spyr og stuðla

Umframt at koma tær og tíni fyritøku til góða, er tænastan við til at útvega stuðul til eitt vælgerandi endamál. Fyri hvørja kanning verða  4 krónur latnar Krabbameinsfelagnum fyri hvønn respondent, ið luttekur. Hetta er eisini við til at tryggja støðuga tilmelding til svarpanelið, skjóta svartið og høgt svarprosent.

Bíligasti kanningarhátturin

Spyr.fo er skjótasti, lættasti og bíligasti háttur at gera álítandi marknaðarkanningar. Prísurin veldst um tal av spurningum og tal av respondentum. Ein kanning við 400 respondentum kostar úr 2000 krónum pr. spurning * (ella 1500 kr við 300 respondentum). Møguleiki er eisini at keypa pakkaloysnir við kanningum, um tørvur er á fleiri og størri kanningum. 

* við Spyr mest pakkaloysn