Sjálvvirkandi vekting av tølum tryggjar umboðandi úrslit

Skipanin tryggjar sjálvvirkandi, at svarini eru umboðandi og at eingin bólkur er yvir- ella undirumboðaður í úrslitunum. Spyrja vit t.d. 400 fólk úr øllum landinum ein spurning, tryggjar skipanin at hesi 400 verða útvald tilvildarliga og lutfalsliga í mun til aldur, kyn og bústað. 

 

Sjálvboðin og uppfordrað luttøka í svarpanelinum tryggjar tilvildarligt úrval

Svarpanelið er samansett á júst sama hátt sum samansetingin av Føroya fólki sambært Hagstovu Føroya í mun til aldur, kyn og bústað og  gevur Spyr.fo sostatt álítandi og umboðandi úrslit hvørja ferð.

Fyri at tryggja eitt so tilvildarligt úrval af fólki, sum til ber, er rekrutteringin til svarpanelið bæði sjálvboðin og uppfordrað. Tað merkir, at umframt at fólk sjálvi melda til svarpanelið ringja vit eisini út til fólk, og bjóða teimum at melda seg til. Sostatt tryggja vit, at allir bólkar verða umboðaðir í svarpanelinum, bæði tey sjálvbodnu og uppfordraðu.