Um spyr.fo

Spyr.fo er ein spildurnýggj tænasta, sum leingi hevur verið saknað á føroyska marknaðinum. Einki alternativ hevur verið til tær størru, tyngru og kostnaðarmiklaru spurnarkanningarnar. Tí hevur Spyr.fo tikið stig til hesa tænastu.

Eg havi upplivað, at eg sum ráðgevi og teir kundar, eg havi arbeitt við, hava havt stóran tørv á einum slíkum amboði. Einum skjótum og bíligum hátti at útvega sær virðismikla vitan at byggja sínar avgerðir á. Tí havi eg tikið stig til Spyr.fo
- Allan Dalsgarð, stovnari

Allan Dalsgarð hevur seinastu 10 árini arbeitt sum lýsinga- og samskiftisráðgevi - harav seinastu 5 árini sum stjóri á Sendistovuni.


Samstarv við Opeepl

Tænasturnar hjá Spyr.fo verða veittar í tøkniligum samstarvi við donsku fyritøkuna Opeepl, ið veitir spurnarkanningar í Danmark og Noregi. Hetta ger, at Spyr.fo kann veita hesar tænastur í Føroyum við framkomu tøknini hjá Opeepl fyri ein sera lagaligan prís. Tøknin er somuleiðis í tryggum hondum og verður støðugt ment av Opeepl. 

  • Lagaligir prísir
  • Tøknilig trygd
  • Áhaldandi menning av skipan og møguleikum