Spyr.fo_Image_Treatment.jpg

Spyr Føroyar!

SKJÓTAR, BÍLIGAR og ÁLÍTANDI spurnarkanningar

 
 
 
 
infographic.png
 

Svara spennandi spurnarkanningum
á tíni fartelefon

Afturfyri lata vit 4 kr.
til bardagan móti prostata- og bróstkrabba,
hvørja ferð tú svarar.

 

Tín meining telur

At vera við í spurnarkanningum hjá Spyr.fo er ein máti at siga tína hugsan um ymisk viðurskifti. Spurnarkanningar fortelja okkum nakað um samfelagið, forbrúkaran, veljaran og okkum sjálvi. Kanningarnar hjá Spyr.fo eru sum oftast um viðkomandi mál, sum eru upp í tíðini og frammi í fjølmiðlunum. Tað kann eitt nú vera í sambandi við val, kommunur, tænastur til borgaran, útbýggingar, heilsu, sjúkrahúsverk og mangt annað. 

Allar meiningar telja og allir føroyingar hava møguleikan at luttaka. Við at melda teg til svarpanelið hjá spyr.fo, tryggjar tú tær møguleikan fyri at tín meining telur við í úrslitunum.


Tú fært av og á sms-boð við leinkju til spurnarkanngar.

Tú fært av og á sms-boð við leinkju til spurnarkanngar.

Soleiðis riggar tað

Eftir at tú hevur meldað teg til svarpanelið, fært tú av og á eini sms-boð við eini leinkju til eina spurnarkanning. Kanningin verður svarað beinleiðis í internetkaganum á fartelefonini og tekur bert 1-2 minuttir at svara. Afturfyri títt svar letur tann, ið ger kanningina, 4 kr til Krabbameinsfelagið. Tað er bæði lætt, stuttligt, ókeypis og vælgerandi!

Um tú ikki ynskir at vera við longur, kanst tú altíð melda frá við leinkjuni, sum er í sms-boðunum tú fært sendandi.

Tað er óbindandi at luttaka og tú kanst lata vera við at svara, um tú ikki hevur møguleika ella stundir beint tá. 

Ofta settir spurningar.

 

Um tú kundi spurt føroyingar um eitthvørt
og fingið eitt álítandi svar eftir einum tíma.
Hvat kundi tú hugsað tær at spurt um?

 

Spyr um alt

Við Spyr.fo fært tú skjótt og greitt svar upp á tínar spurningar. Spyrjast kann um nærum alt, tú kanst ímynda tær:

  • Kundanøgdsemi
  • Kunnleiki til fyritøkur, vørur og tænastur
  • Brúkaravanar
  • Innkeyp, klædnakeyp, bilkeyp o.a.
  • Veljarakanningar
  • Miðlakanningar
  • Meiningakanningar um aktuell mál
  • Eftirmeting av lýsingaátøkum
  • Produktmenning
  • Og mangt annað ...

Greið úrslit eftir bert einum tíma

Við Spyr.fo eru eingi tung og fløkt Excel-ørk ella torskildir grafar. Tú fært niðurstøðurnar og úrslitini greitt sett upp, klár hjá tær at brúka  í tínum arbeiði.

  • Einføld grafisk uppseting
  • Møguleiki fyri at kombinera og filtrera data
  • Excel skjal við data, um tú ynskir at grava djúpri

Kom í gongd

Hevur tú ein spurning, tú kundi hugsað tær svar upp á? Tað er skjótt og einfalt at koma í gongd og úrslitini fært tú longu í dag, um tú bert skjótt at.

  • Fyll út teigarnar og send ein óbindandi fyrispurning
  • Ella ring á telefon 51 79 50
  • Ella send ein teldupost til allan@spyr.fo
Spyr.fo hjálpir okkum at fáa skjót innlit í, hvat føroyingar halda um vørur, tænastur og samelagsviðurskifti. Eitt nú verður Spyr.fo nýtt til áhaldandi máta, hvør áhugin hjá føroyingum er at keypa føroyskar vørur.
— Búgvi Dalsgarð, strategiskur ráðgevi á Sendistovuni
Vit gjørdu eina kanning um sølu og kundatænastu. Tað var skjótt og lætt at gera hesa kanning, og fingu vit góðan stuðul og ráðgeving frá Spyr.fo. Vit hava havt stóra gleði av úrslitunum - bæði sum fyritøka og í samskiftinum við okkara kundar. Vit fara framyvir javnan at gera slíkar kanningar saman við Spyr.fo, soleiðis at vit alla tíðina kunnu hava álítandi og fesk tøl.
— Niclas Heri Jákupsson, stjóri í Fegin
Kringvarp Føroya hevur m.a. brúkt spyr.fo til at fáa ábendingar frá lurtarum, lesarum og hyggjarum um, hvat tey halda um okkara sendingar. Spyr.fo hevur avgreitt hetta skjótt og væl.
— Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya
Vit hava gagnnýtt úrslitini til at vísa á áhugaverd rák í samfelagnum.
— Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum
Kanningin gav okkum eina greiða ábending um, hvat borgarin heldur um svimjihøllina. Kanningin var sera skjót og tilfarið við úrslitinum var greitt at skilja.
— Gunnar Streymoy, Svimjihøllin í Gundadali
Vit fingu sera brúkbara vitan til okkara arbeiði við umdømi og virkismentan.
— Súsanna McBirnie, Landsverk
Vit hava fingið hjálp at eftirmeta átøk uppá ein skjótan og einfaldan hátt
— Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum
Kanning í sambandi við “Matoyðsl”. Gekk sera skjótt at fáa svar. Og úrslitini vóru greið.
— Ejler Johannesen, marknaðarleiðari hjá Poul Hansen
Vit vildu hava svar upp á ein einfaldan, men sera týðandi spurning um okkara búmerki. Hetta fingu vit skjótt og úrslitagott við Spyr.fo
— Eiler Fagraklett, Tryggingarfelagið Føroyar

Vilt tú eisini vita meira?

Send ein óbindandi fyrispurning og fá dømi um um tína fyrstu kanning senda beint á fartelefonina.


Hesi hava higartil roynt Spyr.fo